11. juni – 12. sep, KLIPP

Føroyska Listsfelagið í Danmark fer í næstum at sýna fram myndir hjá Kirstin Helgadóttir.

Kirstin er búsitandi í London har hon er í ferð við ein yvirbygnað innan grafiska sniðgeving á Royal College of Art. Umframt at arbeiða við grafikki ger hon m.a. kollagir, ið er høvuðsmiðilin brúktur í verkunum til hesa framsýningina. Hennara myndir eru surrealistiskar í dámi – onkuntíð hella myndevnini yvir í tað heldur komiska/psycadeliska, ið er eyðkent fyri kollagu, men viðgera samstundis evni, ið hoyra til dagsins samfelag. Hon nýtir útklipp frá gomlum bókum, ið hon finnir í endurnýtslu handlum, ið hon síðan setir saman til nýggjar myndir og nýggj úttrykk. At geva gomlum prentaðum síðum nýtt lív.

Husið hevur opið týsdagar og fríggjadagar 15-19, tó er summarfeira 23. juni – 11. august.

Føroyska Listafelagið í Danmark

   

Tíð: 11. juni – 12. september

Stað: Føroyahúsið

Samband: https://www.facebook.com/groups/42748415845/?fref=ts