12. mars: Grækarismessuhald

Týsdagin 12. mars kl. 16.00 verður grækarismessuhald í Føroyahúsinum. Á skránni er felagssangur, Páll Sólstein spælir undir, røða, Húsakórið syngur kl. 19.00 og borðreitt verður við framúrskarandi fiskasúpanini, sum Gert Róðá stendur fyri. Súpanin verður til keyps fyri 50,-. Kaffi og te og okkurt søtt verður eisini til keyps, eins barrin verður opin.

Vit gleða okkum at síggja teg og tíni, og fegnast um, at várið er í nánd.

Tiltakið er ókeypis, øll eru hjartaliga vælkomin.

Sí Facebook-tiltak her