Týskvøldið 12.novembur borðreiða vit við seinkaðari mortansdunnu við tilhoyri og søtum omaná.
Sama kvøld er kommunuval í Føroyum, og tískil skipa MFS Keypmannahavn (Meginfelag Føroyskra Studenta) og Føroyahúsið fyri varping av valinum.
Stroymingin byrjar uppiá, og tá av er ruddað í Niðristovu eftir matin, verður stroymingin flutt oman.
Barrin verður sjálvsagt opin alt kvøldið, og tú kanst keypa drekkivørur við og uttan %, heitt og kalt og eitthvørt søtt.
Kostnaður fyri mortansdunnu verðin kr. 220,- Tikið verður bert móti korti ella MobilePay.
Dyrnar lata upp kl. 17.00 og farið verður til borðs kl. 18.00.
Alneyðugt er at tekna seg til døgurðan. Send ein teldupost á info@fohus.dk ella eini smsboð á 28353307 í seinasta lagi hósdagin 09. novembur kl. 15:00
Vit gleða okkum at síggja teg og tíni til eitt frálíkt kvøld.