16. januar klokkan 20:00 spælir Øssur egin løg av seinastu tvífløgu síni.
Øssur syngur og tulkar Aleksandur Kristiansen, Jóanes Nielsen og onnur á hesi forkunnugu konsert, ið kostar kr. 50,-
Høvið verður at keypa fiskasuppu fyri kr. 50,- ella við eini danskari øl, sodavatni ella glasi av víni fyri kr. 70,-
Øssur Johannesen hevur skapt nógvan tónleik solo og saman við Karsten Vogel, Hans Karli Hansen, Hjalta Joensen, Agnari Lamhauge og Rasmusi Rasmussen.
Øssur Johannesen hevur eisini listaframsýning á Kofoeds skole, Holmbladsgade 120 á Amager.
Framsýningin: Heimleys, sálarliga sjuk og flóttafólk er opin til og við 17. januar, hvønn dag fra kl. 08:00 til til 15:30, fríggjadag er opið fra 08:00 til 15:00.
Øssur Johannesen er umboðaður á Listasavni Føroya, umframt í fleiri bókum um føroyska list. Harumframt er hann er umboðaður á Ovartaci museum, Århur European art museum, á Vordingborg Sankt Hans museum, Roskilde. Einans 23 ára gamal sýndi Øssur fram einsamallur á Listasavni Føroy og er hervið hitt yngsta listafólkið, sum hevur sýnt fram á Listasavninum.
Øssur hevur harumframt haft fleiri framsyningar og hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum, Danmark, Álandi, Svøriki, Norra, Fraklandi, Eysturriki og í Hollandi.
Tríggjar listabøkur eru komnar út um Øssur, og er hann eisini rithøvundur og hevur givið út tvey yrkingasøvn, umframt tvær listabøkur um ávikavist Frimod Joensen og Tummas Jakup Thomsen.