2/10: Íslendskur og Føroyskur loppumarknaður

Leygardagin 2. oktobur millum kl 12:00 – 16:00 skipar Íslendingarfélagið í Keypmannahavn fyri loppumarknaði í samstarvi við Føroyahúsið. Til ber at leiga eitt borð fyri kr 125 fyri at selja tað tú ikki longur brúkar, og sum onnur kunnu fáa gleði av.

Bílegg borð (180x80cm) við at senda teldupost til eom.ifk@gmail.com og viðmerk navn og telefonnummar.

Húsið letur upp kl: 10:30 fyri uppsetan.

Eisini verður tombola og søla av ymiskum leskiligum sum t.d. kakur, te, kaffi o.a.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Íslendingafèlagið í Keypmannahavn og Føroyahúsið.

Sí facebook tiltak her.