2. mars: Føstulávintshald fyri børn

Føstulávintshald við tunnusláttri verður sunnudagin, 2. mars kl. 15:00. Ein tunna er til børnini í skúlaaldri og ein til tey smærru børnini 🙂

Øll eru so hjartaliga vælkomin og tiltakið er ókeypis.

Kaffistovan verður opin, og sjálvandi selja vit føstulávintsbollar o.a.
Eftirsum børnini fáa ein posa við onkrum góðum í, heita vit á tykkum at tekna børnini til tunnuslátturin.
Send eitt teldubræv: info@fohus.dk – og sig okkum, hvussu mong børn luttaka 🙂

Vit gleða okkum at síggja tykkum og tykkara til ein hugnaligan seinnapart 🙂

Føstuhald 2024