21. apríl – Harmonikukvøld í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið tann 21. apríl 2018 frá kl. 19.00 til 24.00

Havnar Harmonikufelag kemur við mannsterkum harmonikuliði at spæla fyri til felagssang og dans í Føroyahúsinum.  Sungið og spælt verða kendir veitslu- og fólkasangir. Farið verður eisini upp á gólv til føroyskan dans.

Okkurt smávegis ábit verður til keyps og barrin verður opin. Kostnaður tiltakið er 80 kr.

Várljómur av besta slag.

Føroyahúsið

Tíð: 21. apríl kl. 19.00-24.00
Stað: Føroyahúsið
Kostnaður: 80 kr
Samband: tlf. 33 23 15 87 – info@fohus.dk
Facebook: https://www.facebook.com/events/541040059593067/