Góðu viðskiftafólk. Føroyahúsið/kaffistovan fer í jólafrí frá í dag kl. 18:00, og letur upp aftur mánadagin 06.01.25 kl. 13:00.
Tó hava vit sjálvsagt opið hósvkøldið 26.12.24, tá árliga ræstkjøtveitslan verður hildin Enn eru atgongumerki eftir. Hevur tú hug at støkka inn á gólvið eftir døgurðan, eru dyrnar opnar fyri øllum eftir kl. 21:30, og tú/tit eru hjartaliga vælkomin. Barrin er opin, og lagið gott.
Leiðarin er eisini til verka mánadagin 23.12.24, og til ber at ringja og skriva sms-boð á 28353307 og at senda teldupostar á info@fohus.dk, um tú td. ynskir at keypa onkran av okkara gávulutum, tekna teg til ræstkjøtveitsluna o.s.fr.
Vit gleða okkum at síggja tykkum bæði í 2024 og í 2025