21. mars: Pubbkviss

Fríggjakvøldið, 21. mars kl. 21:00 er pubbkviss aftur á skránni. Dyrnar lata upp kl. 20:00

Selma Ellingsgaard er kvissvertinna og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.

Øll eru so hjartaliga vælkomin – og vit gleða okkum at síggja tykkum! 😊