21. okt – Heystbrunsj

Leygardagin tann 21. oktober kl. 11.00-14.00 verður hugnalig heystbrunsj í Føroyahúsinum við stórum og leskiligum sjálvtøkuborði, har húsins kokkar borðreiða við alskyns góðum. Bjóða tínum vinfólkum við til eina hugnaliga løtu í Føroyahúsinum.

Matskrá:

Skyr við vanilju og músli
Røregg við stoktum fleski
Bleyttkókað egg
Royktur laksur við dild
Føroyskur viðskeri
Brunsjpylsur
Stokt eplir
Pannukøkur við róma og súltutoy
Fruktfat
Rugbreyð
Fransbreyð

Kaffi, te og djús

Kostnaður: 140 kr.
Børn 5-12 ár 70 kr.
Børn undir 5 ár gjalda einki.

Føroyahúsið

  

Tíð: 21. oktober kl. 11-00-14.00
Stað: Føroyahúsið
Kostnaður: 140 kr
Samband:  tlf. 33 23 15 87 – info@fohus.dk