22. feb – Gløgt er gestins eyga

Gløgt er gestsins eyga

Hóskvøldið 22. februar kl. 19.30 verður eitt áhugavert tiltak í Føroyahúsinum. Vælkendi Jørn Astrup Hansen fer at greiða frá um royndir sínar í Føroyum, har høvið verður at spyrja inn til hugleiðingar hansara.

Jørn Astrup Hansen hevur verið virkin í føroyska bankaheiminum í heili 23 ár.

Astrup kom av fyrstantíð til Føroyar í 1992 og røkti stjórastarvið í Sjóvinnubankanum eftir krakkið. Í 1994 helt hann áfram sum stjóri í sameinda bankanum, Føroya Banki.

Í 2005 fór Astrup aftur til Danmarkar, men árið eftir var hann valdur formaður í Búskaparráðnum – har hann starvaðist í 3 ár.

Í oktobur 2010 varð hann sendur til Føroya vegna Finansiel Stabilitet, at røkja starvið sum forstjóri í Eik banka. Í 2011 yvirtekur felagið TF Holding stýringina í Eik, og Astrup verður sitandi í leiðsluni. Í januar 2016 velur Astrup tó at siga seg úr starvi vegna eina ósemju, sum seinni verður lýst sum “Skattamálið”.

Aftaná fundin hetta kvøldið verður høvi at keypa bókina hjá Páll Holm Johannesen, “ASTRUP”, sum kom út í 2017. Bókin kostar 219 kr.

Øll eru hjartaliga vælkomin framvið.

Føroyahúsið

  

Tíð: 22. februar kl. 19.30-21.00
Stað: Føroyahúsið
Samband: tlf. 33 23 15 87 – info@fohus.dk
Facebook: https://www.facebook.com/events/1767022013605624/