22. oktobur: Kvinnufelagið og Sankta Ólavs Kirkjulið, bókaframløga og tapas

Føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn og Sankta Ólavs Kirkjulið skipa fyri sera spennandi tiltaki í Føroyahúsinum týskvøldið, 22.10.24

Tær góvu lív” eftir Rigmor Restorff Dam:
”Hon doyði í barsilssong”… Hesi fáu larmandi orðini vóru í nógvum førum einasta eftirmæli yvir kvinnurnar, sum lótu lív í barnferð. Lagnur teirra hava søguliga verið umgirdar av tøgn og trauma. ”Tær góvu lív” er føroysk kvinnusøga og gevur eina fjølbroytta mynd av fyribrigdinum barsilsdeyði; søguliga og heilsuliga, sosialt og sálarliga.

Skrá fyri kvøldið:
17:30 – Dyrnar lata upp
18:00 – Vit borðreiða við lekrum tapas
19:00 – Bókaframløga við Rigmor Restorff Dam
20:00 – Kaffe/Te og okkurt søtt omaná

Vín, øl, sodavatn o.a. kann keypast í barrini.

Kostnaður fyri fyrilestur og tapas:

245 kr. pr. persón og einans 195 kr. fyri limir.

Møguligt er eisini at keypa bókina og fáa hana signeraða hetta kvøldið.

Soleiðis teknar tú teg til tiltakið:
1. Send Kvinnufelagnum ein mail til Kvinnufelag@gmail.com og tekna teg ádrenn 10. oktobur
2. Flyt upphæddina á: reg: 4190 kontonr: 1069608 ella á mobilepay: 956941
3. Tilmelding er bindandi og galdandi, tá tú hevur goldið.