23. novembur: Fyrilestur: Hernaðarlækni greiður frá

Mikukvøldið 23. novembur kl. 17.00 verður fyrilestur við føroysku Honnu Bjarkhamar Poulsen. Hanna hevur tikið læknaligu útbúgvingina á Aalborg Universitet. Eftir lokna útbúgving fór hon í holt við dreymin um at gerast hernaðarlækni. Útbúgvingin til hernaðarlækna tekur tvey ár. Hetta inniber eitt hálvt ár av undirvísing og hálvtannað ár av praktiskum royndum. Her skulu læknarnir ígjøgnum kropsligar og sinnisligar avbjóðingar fyri at loysa uppgávur “til lands, til vands og i luften” sum tað kent verður nevnt. Hanna er harumframt “Search and Rescue” lækni, ið inniber at leita eftir fólki, ið eru burtur á sjógvi ella landi. Hon hevur eisini starvast sum lækni í Grønlandi, Føroyum, Norra og Danmark.

Tiltakið er ókeypis og kaffistovan er opin.