24. feb – Sangskeið í Føroyahúsinum

Kvinnufelagið hevur sangskeið í skúlastovuni á 1. hædd í Føroyahúsinum.

Leygardagin 24. februar kl. 12-15 verður spennandi sangskeið í Føroyahúsinum.

Kórleiðari, solosangarinna og tónleikanámsfrøðingur Tóra Vestergaard greiðir frá um kvinnurøddina og teir møguleikarnar hon hevur. Summar kenna kanska, at røddin ikki aktar, men knekkar, og at tað ofta kann vera torført at syngja við til høgar felagssangir. Á skeiðnum verður sostatt arbeitt við sangtøkni, andadrátti og ymsum venjingum, bæði raddarliga og kropsliga fyri at røddin skal røkka nýggjar hæddir.
At syngja saman er at gleðast saman, so komið við til ein hugnaligan dag við góðum sangum og góðum lagi.

Vit eta brunsj í Føroyahúsinum umleið kl. 13.15

Prísur fyri tiltakið við brunsj:

Limir gjalda 150 kr.

Gestir gjalda 200 kr.

Tilmelding hjá Maritu Bau á (+45) 21 38 17 34 ella á maritabau@gmail.com  í seinasta lagi týsdagin 20. februar.

Allar kvinnur eru vælkomnar til ein góðan og stuttligan dag.

Kvinnufelagið

  

Tíð: 24. februar kl. 12.00-15.00
Stað: Føroyahúsið
Kostnaður: 150 kr/ 200 kr
Samband: tlf. 21 38 17 34 – maritabau@gmail.com 
Facebook: https://www.facebook.com/events/145751542896386/