25. apríl: MFS, flaggdagshald á Regensen – og síðani skipar Føroyahúsið fyri hugna og kviss í Føroyahúsinum

Fríggjadagin 25. apríl skipar MFS Keypmannahavn fyri flaggdagshaldi á Regensen frá kl. 16:30

Tað verður bjóðað øl, kaffi, te og kakur.
Skrá:
– MFS bjóðar vælkomin kl. 17:00
– Sjá, tú blánar
– Álvur av Kák heldur flaggdagsrøðu
– Tú alfagra land mítt
– Rannvør Fríða Eyðunsdóttir heldur flaggdagsrøðu
– Øl, kaffi, te og kakur verða at fáa
Øll eru hjartaliga vælkomin, vit gleða okkum at feiðra flaggdagin saman við tykkum

Tá flaggdagshaldið á Garði, Regensen, er av, eru dyrnar opnar hjá okkum í Føroyahúsinum. Ein flaggdagskviss.
Høvið verður at keypa okkurt leskiligt til matna.
Kl. 19:00 syngur Húsakórið nakrar sangir og síðani byrja vit at kvissa.

Selma Ellingsgaard er kvissvertinna og stendur fyri hugfloygdu, áhugaverdu og fjøltáttaðu spurningunum, ið á hesum sinni serliga bjóða vitan tíni um Merkið og okkara flaggdag av. Tó eisini um mong onnur evni.

Øll eru so hjartaliga vælkomin – og vit gleða okkum at síggja tykkum! 😊

flaggdagshald2024