26. februar: 60+

Vit gleða okkum almikið at siga vælkomin til enn eitt 60+ tiltak í Føroyahúsinum, mikudagin 26.02.25, har borðreitt verður við einum góðum bita og hugnaligari samveru kl. 13.00.

Dyrnar lata upp kl. 12.00

Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki ❤

Kostnaður kr. 70,-

Goldið verður við korti ella MobilePay tá tit koma.
Tekning á info@fohus.dk