Týskvøldið 26.11.24 kl. 20.00, eftir ræsta fiskin vit borðreiða við kl. 18:00, kemur listakvinnan, Lena Nicolajsen at greiða frá um samstarv sítt við Matkovan.
Matkovin, ið hevur sætið í Føroyum, leggur seg eftir at bjóða stuttfluttar, føroyskar dygdarvørur, og at vísa á møguleikarnar at eta eftir árstíðunum í Føroyum m.a. við fyrilestrum.
Eisini hevur Matkovin framleitt kalendara og plakat í samstarvi við Lenu Nicolajsen, ið vit fara at hoyra um hetta kvøldið.
Lena hevur kalendarar og plakatir við, ið kunnu keypast eftir fyrilesturin.
Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini um tú ikki ert við til ræsta fiskin – og tiltakið er ókeypis.
Kaffistovan er opin. Vit selja gløgg, rís a la mande, kaffi, te og kalt úr barrini, eins og vit hava ymiskt “føroyskt” góðgætið og frystar fiskavørur frá Norðfrá.