Kl. 18: Dyrnar lata upp og barrin er opin
Kl. 20: Pubkviss v. Óluvu Nattestad. Ókeypis atgongd
Kl. 22: Konsert v. Voices of Rock. Kostnaður 50 krónur
Fríggjakvøldið 3. februar verður vælumtókta pubbkvisin aftur í Føroyahúsinum. Barrin verður opin alt kvøld og høvið verður at keypa fleskasteikstvíflís við dijonnaise. Kostnaður fyri tvíflísina er 60 kr. Ókeypis atgongd inttil kl. 22 tá Voices of Rock fer á pallin. Bólkurin er mannaður av Dagfinni Joensen og Jógvan Óla Ellingsgaard. Kostnaður fyri konsertina er 50 kr.
TILBOÐ: Konsert, tvíflís og ein drekkivøra (sodavatn, vatn, øl ella eitt glas av víni) fyri einans 120 krónur.
ØLL eru hjartaliga vælkomin!