Nú stundar til enn ein hugnaligan mikudag, har +60arirnir aftur talríkir hittast í Føroyahúsinum til ein góðan bita, kaffi, te, kalt frá barrini, søtt, hugnaligt prát og samveru og áhugavert innslag.
Hesuferð hittast vit kl. 13.00. Borðreitt verður við góðum breyðbita kl. 13.30. Sungið verða sangir, og føroyskur stuttfilmur verður sýndur. Eftir hetta verður borðreitt við kaffi, te og søtum.
Tekna teg og tíni á info@fohus.dk ella við at ringja á 28 35 33 07 innan mikumorgunin kl. 10.00. Kostnaður 50,- Vit taka móti MobilePay og korti.