31. januar: Pílagrímsferðin til New Orleans – Fyrilestur í myndum, orðum og tónleiki

Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar í USA og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík, tá harður streymur varð settur á tónleikin.

Kom við til eitt hugnaligt tiltak við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við nýggju bókina ‘Endiliga – rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar’, sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.

Við atgongumerkinum fært tú:

– Fyrilesturin í myndum, orðum og tónum

– Bókina tá hon kemur út tann 29. mars 2025

– Tríggjar teir fyrstu kapitlarnar sum pdf og ljóðfílu, áðrenn bókin kemur út.

– og eitt super kvøld í Føroyahúsinum.

Høvið verður eisini at keypa eina høsnarungatvíflís fyri kr. 50,- og við eini danskari øl, sodavatni ella glasi av víni fyri kr. 70,-

Atgongumerki á Atgongumerki.fo.