24. sep – Yoga í Føroyahúsinum

Nú er aftur yogavenjing hvønn sunnudag í Føroyahúsinum

Luttakarar verða bidnir um at møta kl. 16.45, venjingin byrjar kl.17.00.

Sigrun Laksafoss Holbek undirvísir og hevur beiggja sín Árna Laksafoss sum hjálparfólk. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið at royna yoga. Tú merkir mun aftaná á fyrstu ferð.

Mælt verður til at hava leys og fjálg klæðir við til venjing. Harafturat verða fólk biðin um at hava yogamáttu við. Eisini kann ein taka yogablokk og stropp við, tó er hetta ikki alneyðugt.

Venjingargreiðir kann ein ogna sær bíliga í Tiger handlunum, tó kann ein eisini keypa somu greiðir úr betri góðsku í ítróttar- og yogahandlum, t.d. í Skandinavisk yoga og meditationsskole, sum liggur í Købmagergade.

Kostnaður einans 30 kr. Eisini ber til at keypa eitt klippikort við 11 venjingum fyri einans 300 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin eldri sum yngri.

Føroyahúsið


free-yoga
 blokke strop
Tíð: sunnudagar kl. 17:00
Stað: Føroyahúsið
Samband: https://www.facebook.com/YOGA-%C3%AD-F%C3%B8royah%C3%BAsinum-386199764884042/?fref=ts