Jenny Maclay, klarinettleikari úr Amerika, fer á pall í Føroyahúsinum á fyrsta sinni.
Tónleikaframførslan er sunnudagin, 6. apríl kl. 16:00
Jenny Maclay sigur soleiðis:
Mín áhugi fyri Føroyum byrjaði fyri nøkrum árum síðani, tá eg sá eina mynd av Sørvágsvatni á alnótini.
Eg varð beinanvegin bergtikin av hesum dreymakenda landslagnum, og fór at granska føroysku søguna og mentanina.
Sum klassiskt útbúgvin klarinettleikari havi eg altíð verið áhugað í at ferðast og læra um klarinett tónleik úr ymsum pørtum av heiminum.
Fyri at læra meira um føroyskan klarinett tónleik, gisti eg í einum listafólkabústaði í Tjørnuvík, har eg brúkti nakrar mánaðir fyri at hitta føroyskar tónleikarar og tónasmiðir. Eg gav út gransking mína í tíðarritinum hjá altjóða klarinettfelagsskapinum, International Clarinet Association, og síðani havi eg framført fleiri konsertir við føroyskum klarinett tónleiki.
Eg havi framført solo- og dúettklarinettkonsertir á Summartónum í 2022 og 2023, har eg havi samstarvað við føroyskar tónleikarar og tónasmiðir. Føroyar hava eitt serligt pláss í mínum hjarta, og eg eri ómetaliga heppin at hava hetta serliga tónleikaliga samband við Føroyar. Eg vóni framhaldandi at kunna framføra og fremja føroyskan tónleik kring heimin, so at fleiri áhoyrarar kunnu njóta føroyska tónleikamentan og nýskapandi verk.
Skrá:
Kjøkr – Kári Bæk
Drrrunnn – Kristian Blak
Báðumegin við – Edvard Nyholm Debess
Onnur verk verða kunngjørd meðan konsertin er
English:
Føroyahúsið concert – 16.00 on April 6, 2025
Jenny Maclay, clarinet
My fascination with the Faroe Islands began several years ago, when I saw a photo of
Sørvágsvatn online. I was immediately captivated by the otherworldly landscape, and I began
researching the history and culture of the Faroe Islands. As a classically trained clarinetist, I am
interested in travelling and learning about clarinet music from around the world. To learn more
about Faroese clarinet music, I completed an artist residency in Tjørnuvík, where I spent a few
months meeting Faroese musicians and composers. I published my research in the
International Clarinet Association quarterly journal, and I have since performed several recitals
featuring Faroese clarinet music. I have performed solo and duo clarinet recitals at the 2022 and
2023 Summartónar festivals, where I have collaborated with Faroese musicians and
composers.
The Faroe Islands holds a special place in my heart, and I am lucky to have this special musical
connection with the Faroes. I hope to continue performing and promoting Faroese music around
the world to share their musical traditions and innovations with more audiences.
Program
Kjøkr Kári Bæk
Drrrunnn Kristian Blak
Báðumegin við Edvard Nyholm
Debess
Other works to be announced during concert
