Mai – Føroyahúsið stongt vegna umvæling

Føroyahúsið skal umvælast.

Vit í Føroyahúsinum vilja nýta hetta høvið at ynskja feløgum, viðskiftafólki og øðrum nýtarum eitt gott summar.
Vit eru sera takksom fyri, at so mong nýta og vitja Føroyahúsið, og vit vóna at góða samstarvið heldur áfram. Sum mong av tykkum ivaleyst hava frætt, so hevur
verið arbeitt málrættað fram ímóti at fáa pening játtaðan til eina nútímansgerð av hølunum á Vesterbrogade.
Í fjør eydnaðist tað at útvega stuðul til hesa verkætlan, og Føroyahúsið er tískil stongt vegna umvælingararbeiðið. Vit gleða okkum at lata upp aftur í nýggjum hami við eina skrá á tremur við spennandi og áhugaverdum tiltøkum.

Við summarkvøðu
Føroyahúsið