RÆSTUR FISKUR og frásøgn um Janus H. O Djurhuus.

Týskvøldini 01.06.21 og 08.06.21 kl. 18.00 verður borðreitt við røstum fiski, vaflum við róma og rabarbusúltutoyi.
Eftir døgverðan verður frásøgn um mentamannin, Janus H. O Djurhuus. Virgar T. Dalsgaard greiður frá.
Kostnaður: 175,-
GG: til ber ikki at gjalda við reiðum pengingi, men við korti ella MobilePay. Goldið verður í húsinum á degnum.
Rúm er fyri 40 luttakarum til hvørt kvøldið orsaka koronu tilmælini.
Neyðugt er at teknað seg til tiltakið á info@fohus.dk ella á tlf.: 28 35 33 07.
Tá tú teknar teg/tykkum, verður biðið um navn/nøvn, tlf.nr., umframt hvønn dato, tú/tit ynskja at luttaka.
Merk t-postin: Ræstur fiskur.
Korona- ella koppsetingarpass er krav, eins vit bera munnbind, tá vit koma og tá vit flyta okkum í húsinum, eins vit spritta og halda kravdu frástøðuna, tá vit sita og tá vit flyta okkum í húsinum.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Føroyahúsið

12705296_1087524001288143_6591166253228947377_n kartoffel kaffi svart hvitt

Tíð: 01. juni kl. 18:00 og 08. juni kl 18:00
Stað: Føroyahúsið
Kostnaður: 175,-
Samband: info@fohus.dk – tlf. 28 35 33 07