Andrias Olsen er frá 1. juni settur í starv sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Andrias er 31 ára gamal og er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Seinastu árini hevur Andrias búð í Keypmannahavn og hevur tikið útbúgving frá Københavns Universitet í tónleikavísindi.
Eftir lokna útbúgving, hevur Andrias arbeitt sum kaféleiðari og tónleikalærari í einum fólkaskúla, og so er hann eisini virkin tónleikari í Keypmannahavn.
