Vetur 2017

Helga Djurhuus

Í vetur er høvi at síggja myndir hjá Helgu Djurhuus í Føroyahúsinum.

Helga er útbúgvin bachelor í design frá The Royal Danish Academy of Design, har hon er í holt við sín kandidat.

Í bachelor uppgávu síni arbeiddi Helga við at visualisera sálarsjúkuna bipolar. Tvær ungar kvinnur við bipolar góvu snið til illustratiónir hjá Helgu.

Listaframsýningin fer at hanga í Føroyahúsinum fram til januar 2018.

Húsið hevur opið týsdagar og fríggjadagar 15.00 – 19.00

Føroyska Listafelagið í Danmark

   

Stað: Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A, 1620 København V.
Samband: info@fohus.dk – tlf. 33 23 15 87.
Facebook: https://www.facebook.com/groups/42748415845/?fref=ts