Framsýningar í Føroyahúsinum – Heyst 2016

Í løtuni framsýnir Sólvá Gunnarsson Olsen verk síni í Føroyahúsinum.
Sólvá er fødd og uppvaksin í Føroyum, og litir landsins spælir ein týðandi leiklut í list hennara. Sólvá nýtir litmótsetningar í sínum listi, sostatt at geva listini eitt ávíst brá.

Hetta sigur hon um listina: “Eg arbeiði eftir kensluskoti, og eg veit tí ikki, hvat endaliga úrslitið verður, tá ið eg máli. Ofta berur listin brá av føroyska náttúru og endar eitt stað í millum abstraktión og landslag. Eisini er íblástur heintað í dýpi havsins og teimum høgu fjallatoppunum og teirra veruleika. Myndin sum fæst, tá siglt verður fram við høgu bergunum og hoyrir havið brúsa – og kensluna ein fær av øllum teimum stórfingnu litunum og skapunum.”

Meiri vitan um Sólvá Gunnarsson Olsen og list hennara sæst inni á:
www.solvaolsen.dk

Listafelagið

13891922_10154691535138132_2621717148378718477_n listafelagið logo list