Hølini

Skulu tit hava skeið, fund ella annað, so er Føroyahúsið sera væl egnað til hetta. Vit liggja einans 5 min frá Høvuðsjarnbreytini.
Fundarhølið hevur alla vanliga AV-útgerð, og pláss er til 10-40 fólk – alt eftir uppseting.

Fundarhøli

Leigu av høli: kr. 3.500,00 pr. dag
Kostur: kr. 295,00 pr. persón pr. dag

Kosturin er

  • Morgunmatur
  • Vatn
  • Frukt
  • Frokost-smyrjibreyð v/1 sodavatn
  • Kaffi v/heimabaki

Veitsluhøli

Vit hava sera góð veitsluhøli tú kanst leiga.
Eisini kunnu vit fyrireika veitsluna fyri tykkum. Vit standa sostatt fyri øllum, og tit kunnu njóta kvøldið uttan stúrni.

Send ein teldupost til info@fohus.dk og spyr eftir einum tilboði.