NB! ÚTISETAR! NB! H.C. Ørsteds-útferðin verður leygardagin 12. septembur.

Tann spennandi H.C. Ørsteds-útferðin 8. september verður flytt til leygardagin 12. septembur.
Eftir nógvar áheitanir frá potentiellum luttakarum, havi eg í samráði við framsýningarfólk í Rudkøbing flytt okkara socialu odyssé til tað vakra Langeland frá týsdegi 8/9 til leygardagin tann 12. september.
Vit koyra sjálvandi via tað idylliska Tåsinge.
Afturfyri hesa umlegging vænti eg, at nógv, sum ivaðust í einum týsdegi, nú melda seg til okkara stórfingna leygardags-tiltak.
Tilmeldingarfreistin verður eisini flytt til sunnudagin tann 6. september á tlf. 30364175 ella maili: vird@live.dk
Eg mæli til, at vit koyra við egnum bilum (fýra í hvørjum bili) og hittast í Korsør, beint frammanfyri og høgrumegin billetsøluna við Stórabeltsbrúnna týsdagin tann 8. september kl. 10. Haðani koyra vit í konvoj til Langelands. Hvør bilur er sjálvfíggjandi við bensini og brúgvagjaldi. Tí ræður um, at allir bilar eru fullir. Kostnaður við normalum bensinforbrúki og stórabeltsgjøldum verður undir 200 kr. fyri hvønn, hvis minst fýra eru í bilinum. Vit ráða fólki til at hava matpakka og drekka við.