Ólavsøkarøðan hjá Bergi Jacobsen

Ólavsøkurøðan hjá Bergi Jacobsen (fyrrverandi prestur) í Føroyahúsinum 2017

Næst eftir jólunum, norðoyastevnu og tá ið KÍ vann føroymeistaraheitið, sum teir vóru vanir at gera í mínum ungu døgum, so var ólavsøkan í Havn ársins høgtíð – ongin ivi um tað!

Hinar stevnurnar kundu eisini vera góðar, men ólavsøkudagarnir bóru av øllum, tí har var so nógv fólk úr øllum oyggjunum, og tí skráin tyktist so fjølbroytt. Tað var ein serlig høgtíð, ein serligur stílur yvir ólavsøkuni.

Onkrar ólavssøkur kundi ein ynskt sær, at tað bar til at leggja tak omaná høvusstað Føroya – men tað bar eisini til at halda ólavssøku tá tað oysregnaði. Og tað hendi av og á! Og druknaðir og dravnir ólavsøkugestir er onki óvanligt.

2
Einaferð hevði eg lænt mær eini føroysk klæðir til ólavsøkuna, tí eg hevði í hyggju at keypa tey, um tey passaðu mær. Hetta hevur verið einaferð mitt í nítjanhundrað og trýssjunum. Men tá skein sólin so ógvusliga í Havn, at eg mundi sprongst ella sveittað burtur í onki í heita føroyska búnanum.

Tá var ikki bara hitabylgja í føroyska høvusstaðnum, men eisini vanntrot, so tey flentu at, at vit noyddust at busta tenn og barbera okkum í Restorff sodavatni. Í øllum førum bleiv eg so heitur í tjóðbúnanum, at tá ferðamannaskipið Pride fór norður aftur til Klaksvíkar beint aftaná kappróðurin, var eg umborð, og fór eg ongantíð aftur í føroysk klæðir.
3
Eg og mong onnur við mær hildu, at hábærsligast parturin av ólavssøkuni var skrúðgongan ólavsøkudag úr tinghúsinum oman í Havnar kirkju og niðan aftur, og sangløtan á Tinghúsvøllinum. Har var ein tjóðartign, so tað bætti.

Allar tjóðir hava sínar upprunamytur, og vit á mínum aldri vórðu fløskaði upp við Ólavi Halga, Sigmundi Brestursyni, Trónda í Gøtu og mongum øðrum góðum monnum.

Eg minnist, at eg sum barn helt tað vera eitt sindur løgið, at heidni høvdingurin Tróndur í Gøtu hevði sítt egna kristna sálmaørindi, ið hann sjálvur skuldi hava yrkt. Tað stóð jú í onkrari lesibók hjá okkum, og sálmaørindið er nummar 315 í Salmabók Føroya Kirkju!

4
Um hann veruliga sjálvur hevur yrkt sálmaørindið ella um tað eru orð løgd honum í munnin, veit eg ikki – men innihaldið í sálminum minnir ikki sørt um keltiskan spiritualitet ella keltiska andaligheit, og tað í sær sjálvum er rættuliga áhugavert í hesum føri!

Og hví hevði hesin gamli heidningurin úr Gøtu so sítt egna kristna sálmaørindi? Eg giti, at Tróndur gamli var ávirkaður av keltiskum kristindómi. Men fyri teimum, ið hava skrivað Føroyingasøgu tá, og fyri rómversku kirkjuni, vóru tey keltisku kristnu jú heidningar, ið skuldu umvendast til røttu trúnna!
5
Og tað var helst júst hetta, ið vóru veruligu ørindini hjá Sigmundi. Hendan tjóðarhetja okkara gekk í veruleikanum ørindir fyri rómverska og norska imperialismu. Hann gekk ørindir fyri andaliga einaveldið hjá rómversk katólsku kirkjuni, og ørindi fyri ein harðrendan, eirindaleysan norskan kong, ið vildi hava Føroyar undir sítt skattavald.

Nakrir av landnámsmonnunum eru møguliga komnir sunnanífrá úr víkingahøvusborgini Dublin og umvegis keltisku oyggjarnar til Føroyar. Við sær hava teir helst haft konufólk av írskum/keltiskum uppruna, ið vóru kristin – og kanska vóru onkrir av landnámsmonnunum eisini sjálvir ávirkaðir av keltisku trúnni.

6
Tað hevur uttan iva tikið øldir at kristnað eitt land – og hvussu kristnar Føroyar hava verið, tá Sigmundur vendi aftur til oyggjarnar sum sendiboð fyri rómversku kirkjuna, er ilt at siga.

Men á einum symposium á Kbh. Uni. fyri fáum árum síðan varð víst á, at fornar gravleivdir benda á, at kristindómurin hevur haft eitt ávíst tak á føroyingum longu áðrenn Sigmundur nakrantíð fór undir sítt trúboðanar virksemi – og tað hevur hann vitað áðrenn hann fór undir virksemi sítt! Hann skuldi jú vera voksin upp hjá Trónda í Gøtu.

7
Hava vit framvegis hug at heiðra ein norskan kong og seinri halgimenni, ið hevði sum endamál at noyða føroyingar at broyta sína kristintrúgv og at leggja Føroya undir seg sum skattaland?

Er Sigmundur framvegis ein frælsishetja, tá vit vita, at hann gekk imperialistisk ørindir fyri pávan í Róm og norska kongin? Og stakk fosturpápan í ryggin?

Eg eri ikki søgufrøðingur, og myndin eg havi málað, er kanska heldur svørt hvít. Men eg haldi kortini, at eg fái nakrar søgufrøðingar at taka undir við mær, um eg sigi, at tað er neyðugt støðugt at endurskoða søguna. Sjálvt søga, sum er meislað í grót og granitt skal endurskoðast – ./.ikki umskrivast!./. Men endurskoðast!

8
Tað er eisini neyðugt støðugt at endurskoða okkara tjóðskaparligu og nationalu upprunamytur. Í dag er tað – haldi eg – beinleiðis komiskt at heiðra Ólav Halga og hansara kristinboðan við svørði og eldi og rómverskari og norskari imperialismu. Og ørindasveinur hansara Sigmundur hevði neyvan fingið sæti á løgtingi fyri nakran flokk í dag.

Sangurin hjá Effersøe “Eg minnist úr gomlum døgum” og fleiri við honum hava kanska verið við til at byggja tjóðina og haft síni rættindi tann tíð tað var. Men stundin er helst langt síðan komin til at endurskoða fortíðina fyri at finna fótafesti í framtíðini.
9
Vit eiga aldrin at gloyma søguna, aldrin! Men tey fólkasløgini, ið líta ov nóg aftur um bak, tykjast at hava ilt við at finna sær fótafesti í nútíðini og framtíðini.

Í samband við onkran risabrølara hjá bretum undir seinna heimsbardaga, skal Churchill hava sagt nakað soleiðis: Um vit stara okkum blind í fortíðini, so missa vit lættliga framtíðina úr eygsjón!

Mentanarliga og samfelagsliga støðan í dag samanborið við tá tær nationalu og fólkaligu vekingarnar fóru fram seinast í átjanhundraðtalinum og í nitjanhundrað, eru næstan eins langt frá hvørjum øðrum eins og mánin og sólin!

10
Tí er neyðugt at leggja sinnini á blot, at ríva niður gamlar garðar og mørk, og at hugsa av nýggjum um, hvat tað er at vera føroyingur, og um hvat tað er at vera Føroyar!

Eg skal ikki taka ólavsøkugleðina frá nøkrum. Tað er gott at halda tjóðarveitslu og at vera errin av sínum landi og okkara felags fortíð. Føroyingar hava allar góðar orsøkir til at vera stoltir av sínum avrikum gjøgnum øldirnar, og ikki minnst í okkara tíð.

Men Ólavur, Sigmundur, Effersøe og onnur nationalromantisk skøld hava helst tænt sína tíð, og við stórstu virðing fyri teirra avrikum siga vit í staðin: Vælkomnar nýggju Føroyar! Og Góða ólavssøku í 2017.

11
P.S.!
Ein skúvoyingur hevur júst fortalt fyri mær, at tá hann sum skúlanæmingur var og vitjaði í Tinganesi, vóru tey inni á skrivstovuni hjá Erlendi Paturssyni landsstýrismanni. Hesin hevði stóran málning hangandi av Sigmundi og peikaði á hann og segði: Hasin var fyrsti sambandsmaðurin í Føroyum!!

So vita vit eisini tað!