ØSSUR JOHANNESEN SPÆLIR REGIN DAHL OG ALEXANDUR KRISTIANSEN

Mikukvøldið 24.11.21 kl. 20.00 spælir og syngur Øssur Johannesen løg eftir Regin Dahl og Alexandur Kristiansen.

Øssur hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, bæði sum einstaklingur og í samspæli við m.ø. Hans Karl Hansen, Karsten Vogel og Rasmussen.

Konsertin mikukvøldið kostar 50 kr.

Goldið verður á staðnum við korti ella MobilePay.