RÆSTKJØTAVEITSLA

Leygarkvøldið 26.02.22 kl. 19.00 verður loksins seinkaða ræstkjøtaveitslan hildin í Føroyahúsinum, ið eftir røttum skuldi verið hildin annað jólakvøld.

Veitslan er skipað í samstarvi millum Føroyahúsið og Tvørábátin.

Kostnaðurin fyri døgverðan, dessert, eina øl og snaps er 400,-.

Jóhan í Kollafirði spælir undir og eftir borðhaldið.

Atgongumerki:

Tilsamans verða 150 atgongumerki sett til sølu. Først til mølle.

Til ber at keypa atgongumerki í Føroyahúsinum millum kl. 13.00 og 17.00 gerandisdagar.

Vit taka ikki móti reiðum peningi, men til ber at gjalda við korti ella MobilePay.

Til ber eisini at senda ein teldupost á info@fohus.dk, har tit fáa sent konto nr., har peningurin skal flytast fyri atgongumerkini. 

Í teldupostinum vera tit vinarliga biðin um at viðmerkja navn/nøvn á tí ella teim, ið ynskja at keypa atgongumerki. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Mynd: Guðrun Heðinsdóttir Mortensen við tøkk fyri lán