Leygardagin tann 14. desembur millum kl 17:00 og kl 18:00 verður bókaframløgu av nýggju bókini, SVIK, eftir Jan Lamhauge í Hans Egedes Kirke í Keypmannahavn.
Ólógligir skattafrádráttir, óreiðiligir almennir myndugleikar, fjølmiðlarok og tøgnmentan eru nøkur av viðurskiftunum, sum verða viðgjørd í nýggju bókini SVIK, sum Jan Lamhauge hevur skrivað. Bókin snýr seg um sonevnda “Skattamálið hjá Betri Banka”, og um hvørjar avleiðingar málið hevði við sær í KvF.
Sissal Kampmann og Jan Lamhauge tosa um bókina.