Skeið í skapandi evnum í Føroyahúsinum.
The Artist´s Way er tólvikusskeið í The Artist´s Way eftir Juliu Cameron. Skeiðið gevur ítøkilig amboð, ið fíntuna teg til títt listarliga mál/endamál og styrkir sjálvsvirðið.
Skeiðið stuðlar innara arbeiði hjá listafólkinum frá hugskoti, yvir ivan og fram til listarligu íkomuna, skapanina. Ruddar upp í tankamynstrum tarnar einum í at skapa og einum sjálvum, og á skeiðnum lærdir tú at geva tær sjálvum sjávskærleiksfulla nøring.
Julia Cameron er fyrrverandi handritshøvundi í Hollywood. Hon hevur fylgt síni egnu yrkisleið, einshon hevur fylgt yrkilsleiðini hjá øðrum frá ungum filmslesandi til box office sukkseir til Oscartilnevningar. – Og eitt hevur hon lært: nervøsiteturin, sjálvsrannsakanin, uppsvingini, spælisjúkan og ivin verður verandi hin sami. Gjøgnum innara hugleiðan, retrætu og endurløðingardagar við rúmi til hugskygna dýpan og hugleiðan um persónligu partarnar av listarliga lívinum og virkinum, leiður skeiðsleiðarin, Mai Youg Øvlisen teg gjøgnum tær tólv vikurnar í tryggum felagskapi við øðrum listafólkum.
Vit hittast annan hvønn mikudag í líka vikum. Sjey ferðir yvir várið kl. 19.00 – 21.15.
Fyrstu ferð, vit hittast er mikudagin 23.03.22.
Harumframt er egin lesing av kapittlunum í bókini, eitt kapittul til hvørja viku, umframt vikuuppgávan, sum Mai stendur fyri og stuðlar undir í felags facebookbólki.
Dato fyri møtini:
23.03.22 kl. 19.00 – 21.15
06.04.22 kl. 19.00 – 21.15
20.04.22 kl. 19.00 – 21.15
04.05.22 kl. 19.00 – 21.15
18.05.22 kl. 19.00 – 21.15
01.06.22 kl. 19.00 – 21.15
15.06.22 hátíðarhald.
Kostnaður 1.500 kr.
Teknað teg til skeiðið á info@fohus.dk ella ring á 28 35 33 07.
Hevur tú spuringinar er tú vælkomin at ringja.