Tíðindabræv

Góðu Føroyahúsvinir,

Nú stendur summarfrítíðin fyri durum, og Koronaumfarsóttin hevur linkað fasta takið eitt vet.

Hetta er ein tíð, har vit varisliga byrja at nærkast hvørjum øðrum aftur, og hetta hava flest okkara tørv á eftir drúgva tíð so at siga í einingi, har vanligi gerandisdagurin varð kollveltur, og onki var sum tað plagdi.

Flest okkara hava saknað samveru við onnur meðan umfarssóttin herjaði. Hesin saknur fall tíverri eisini eins og steinur oman á byrðu, tí longsulin eftir at hittast í Føroyahúsinum hevði og hevur fylt nógv hjá okkum øllum í nógvar mánaðir fyri Koronu.

Vit hava øll bíða spent í tolni – og ótolni – eftir, at Føroyahúsið skuldi lata upp aftur eftir umfatandi umvælingarnar, ið byrjaðar vórðu fyri umleið tveimum árum síðan. Tíverri hevur henda verkætlan ikki hilnast sum ætlað.

Nógvar, truplar forðingar hava verið á vegnum, og í hesum høpi er Korona bert ein partur.

Síðan 1993, tá vit fluttu inn í hús okkara á Vesturbrúgv 17A, eru trygdarviðurskiftini broytt í alstóran mun, og tískil eru heilt onnur krøv enn tey, ið vóru galdandi áður, kravd í dag, og hesi skulu vit eftirlíka, tí annars fáa vit ikki loyvini at lata dyrnar upp aftur. Talan er millum annað um brunatrygd, lyft til rørslutarnaði, ið skal góðkennast av myndugleikunum osfr.

Kravdu trygdarviðurskiftini taka rúma tíð at fremja og góðkenna, tí slíkt arbeiði er tíverri ikki løtuverk. Men tíbetur eru fólk til verka hvønn dag, og tey stríðast av øllum alvi at fáa arbeiðið liðugt, so vit fáa neyðugu loyvini frá Keypmannahavnar Kommunu, og vit fáa latið Húsið uppaftur innan rímiliga tíð.

Tá vit lata upp aftur, verður hetta til framúrskarandi hølisviðurskifti. Øll stovuhæddin er umvæld, og stendur nú ljós og nýggj. Umvælingin umfatar millum annað nýggjar veggir, gólv, barr, nýmótans køk við øllum hugsandi hentleikum, nýggj vesi, eisini nýtt vesi til rørslutarnaði, umframt lyft til fólk við skerdum førleikum. Eisini hava vit fingið nýggja, nútímans ljóð- og ljósútgerð til konsertir og fyrilestrar, nýtt klaver, sum Lions Club hevur latið Húsinum, og harumframt er skeiðsútgerðin dagførd, so vit kunnu hýsa skeiðum av øllum hugsandi slagi.

Við øðrum orðum: Føroyahúsið bíðar bert eftir at fáa síðstu loyvini upp á pláss, so tað aftur kann húsa mongum góðum, fjølbroyttum og ríkandi tiltøkum og upplivingum, vit øll sakna sáran. Vit vita, at tað sjálvsagt serliga er Ólavsøkuhaldið í húsinum í ár, vit øll fara at sakna. – Vit vóna, at Ólavsøkan 2021 í Føroyahúsinum tískil verður eitt brak av eini veitslu.

Umboðsmannaráðsfundur var hildin 24.06.20, har sitandi nevnd varð afturvald. Martin K. Mouritsen varð afturvaldur sum forfólk, og Asley Højgaard varð afturvald sum næstforfólk.

Nevndarlimirnir vóru somuleiðis afturvaldir, og eru tískil framhaldandi Borgny Brünings-Hansen

og Filip Jónson Eliasen. Tiltakslimirnirnir vóru eisini afturvaldir, og teir eru Tummas J. Danielsen og Rannvá Skylv Joensen.

Umboðsmaðurin er føddur limur í nevndini, og eftir at Sigmundur Isfeld er farin til Kina at starvast sum sendifólk, hevur Jóannes Vitalis Hansen tikið sess hansara.

Við hesum orðum vilja vit ynskja tykkum eina góða summarfrítíð við bjørtum vónum um at vit hittast í bláa húsinum á Vesturbrúgv til heystar, og tit frætta frá okkum, tá vit hava tíðindi at bera tykkum.

Vit summarkvøðu,

Føroyahúsið í Keypmannahavn