Peningagávur til Føroyahúsið

Føroyahúsið er ein sjálvognarstovnur, sum hevur til endamál at virka til gagns fyri allar føroyingar í Danmark. Okkara visjón er at skapa eitt livandi føroyskt rúm fyri einstaklingar og feløg.

Føroyahúsið fær eina árliga stuðulsjáttan frá Føroya Landstýri, og húsið skapar eisini inntøkur við at skipa fyri tiltøkum, og tá vit leiga hølini út. Við jøvnum millumbilum fær Føroyahúsið eisini peningagávur í samband við arv, jarðarferðir og annað. Hesar gávur eru vit serstakliga takksom fyri, og tær koma sera væl við hjá húsinum. Tann í letur húsinum eina peningagávu kann í samráð við leiðaran vera við til at avgerða hvat peningurin skal brúkast til.

Um tú umhugsar at lata Føroyahúsinum eina peningagávu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 33 23 15 87 ella við at senda okkum ein teldupost til info@fohus.dk

Vinarliga

Føroyahúsið