1. mai: Rithøvundavitjan við Lisbeth Nebelong

1. mai vitjar rithvøundurin, Lisbeth Nebelong Føroyahúsið í samband við nýggju bók sína, Sonate for sorgfulde hjerter. Høvundurin handan Færø Blues Trilogiens viðgerð í stuttsøgusavninum, Sonate for sorgfulde hjerter, ið telur sjey stuttsøgur, kærleikan, náttúru, tónleik, ferðirnar inn í ein sjálvan, sorg, miss og lívið sum heild. Savnið viðgerð persónligar søgur, ið tvinnast saman, ofta við avgerðandi týdningi. Føroyar eru landfrøðiliga útgangsstøði í savninum, men savnið ferðast eisini til Íslands og Norðurnoreg.

Um rithøvundin

Lisbeth Nebelong er fødd í 1955. Hon hevur búð í trý ár í Havn sum barn og ung. Lisbeth Nebelong debuteraði í 2003 við skaldsøguni, ‘Når engle spiller Mozart’. í 2008 kom skaldsøgan, ‘Færøblues’, í 2014 gav hon út skaldsøguna, ‘Møde i mol’ og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki við heitinum, ‘Færø Blues Trilogien’.


Lisbeth Nebelong hevur síðan 2010 harumframt skrivað, Turen går til Færøerne. Tiltakið er alment og ókeypis. Kaffistovan er opin, har til ber at keypa kaffi, te, okkurt lætt til matna, umframt kalt úr barrini.

Sí tiltakið á Facebook: https://www.facebook.com/events/25634960936095000/