1. mars: Dansifelagið Fótatraðk skipar

Nú stundar aftur til Føstulávint! Í bygdunum runt í Føroyum var siðvenja at bjóða inn til dans á føstulávint, og sum vit vita eru siðvenjur bólkapress frá avdeyðum monnum. So vit herma bara eftir teimum gomlu og bjóða inn til almennan dans.💃🕺

Vit bjóða øllum føroyingum og føroyavinum í Danmark til almennan dans í Føroyahúsinum 1. mars. Dyrnar lata upp kl 18:00. – Luttøkugjaldið er 50 kr, tó bjóða vit eisini kalt borð við felagssangi og tá er luttøkugjaldið 150 kr.

Vit taka helst móti mobilepay, tó taka vit eisini móti reiðum peningi. Vit bjóða vælkomstsnaps og snaps undir borðhaldinum og sjálvum dansinum. Tað halda vit er væl sloppið 😉

Fryntligu barrvørðirnir í Føroyahúsinum standa aftanfyri barrina, so tað er pláss fyri okkum frammanfyri.🍻 So vit mugu síggja til, at tey ikki standa hendur í hupp og gána, og lata tey gera sítt peningsverk.

Ætlandi byrjar dansurin kl 21:00. Vit byrja dansin við Vælkomnir Føroyingar, og síðan taka vit national kvæðið føroyinga – Ormin Langa🐉. Eftir tað er orðið frítt, og hvør fúsur kvøðari kann royna sítt kynstur.💪

Vit gleða okkum at síggja nógvar gestir aftur í ár 🤩, sum kanska tørva eina innspræning av fornari føroyskari mentan.🇫🇴

✨ Veri vælkomin! ✨