1. novembur: Sjavskapping og J-dagur

Næsta sjavskvøld verður fríggjavøldið 1. novembur, klokkan 19:00.
Tað einasta tú skalt gera, er at finna ein sjavsmakkara, og møta upp klokkan 19:00 í Føroyahúsinum.
Hevur tú ongan makkar skriva til info@fohus.dk ella ring á 28353307. Tú ert eisini vælkomin at skriva undir uppslagnum á Facebook, at tú leitar eftir makkara – so taka vit tað har frá.

Hetta kvøldið er eisini J-dagur, og í tí sambandi hava vit ein kassa av jólabryggi frá Føroya Bjór, vit selja fyri eina krónu stykkið, so “først til mølle” 😉

Annars er hópurin av jólabryggi heimkomið, so kom og bjóða køldu árstíðini vælkomnari við eini kaldari.

Barrin verður opin, og til ber at keypa heitt og kalt, við og uttan prosentir.

Við sjavskvøðu 🙂

Komandi vetur fer Føroyahúsið at hava sjavskappingar á skrá.
Kappingarnar fara fram hóskvøld ella fríggjakvøld, hesar dagar:

Fríggjakvøldið, 01.11.24 kl. 19.00
Hóskvøldið, 21.11.24 kl. 19.00
Hósvøldið, 12.12.24 kl. 19.00
Fríggjakvøldið, 31.01.24 kl. 19.00
Fríggjakvøldið, 28.02.24 kl. 19.00