Tú vil kanska hoyra um ommuna, sum koyrir Harley Davidson, um Karin, sum finnur ein ring á vegnum ella um hundin Kingoson, sum hvørki goyr ella orkar at hyggja eftir tíkum. Og hvør segði 10 bibbur, Túsund smíl, Kelidýr ella Bilurin hjá okkum? Steintór Rasmussen fer saman við Inga Isaksen at syngja og spæla nakrar av teimum fittastu, bestu, stuttligastu, kulasta og mest hjartarørandi føroysku barnasangunum.
Konsertin er sjálvandi fyri allar aldursbólkar og ætlað sum ein hugnaløta fyri alla familjuna. Barnavinarligur døgverður verður til keyps frá kl. 18.30 fyri 50,- og kaffistovan verður opin, har møguleiki er at keypa heitt og kalt.
Hósdagin 11. mai kl. 17.00 – 18.30. Ókeypis atgongd
Eftir barnatiltakið verður bókaprát við Steintór kl. 20.00. Hetta tiltak er eisini fyri øll áhugaði og ókeypis.