Vit gleða okkum almikið at siga vælkomin til enn eitt 60+ tiltak í Føroyahúsinum, mikudagin 12.02.25, har borðreitt verður við einum góðum bita og hugnaligari samveru mikudagin kl. 13.00.
Dyrnar lata upp kl. 12.00
Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvboðnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki ❤
Kostnaður 70 kr.
Goldið verður við korti ella MobilePay tá tit koma.
Tekning á info@fohus.dk ella við at senda smsboð á 28353307
