Suð vitjar Føroyahúsið fríggjakvøldið, 16. mai kl. 20:00 – Dyrnar lata upp kl. 18:30
Kvinnukórið Suð úr Klaksvík telur 23 sangarar. Til hesa konsertina hava tær tveir tónleikarar afturat sær – Pætur við Keldu á klaver og Agnar Lamhauge á bass.
Tað var Steinvør Fonn, ið tók stig til kvinnukórið í august 2002 og hon stjórnar kórinum.
Suð hevur havt nógvan ymiskan tónleik á skrá: klassiskt, norðurlendskan kórtónleik, spirituals og gospel.
Á konsertini í Føroyahúsinum fáa vit klassikarar sum What a Wonderful World, Fly Me to the Moon, Come Fly with Me.
Í Føroyahúsinum verður eisini høvi at keypa sær okkurt ábit og okkurt at drekka. Dyrnar lata sum nevnt upp kl. 18:30
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Atgongumerki á kr. 110,- kunnu keypast á: Atgongumerki.fo
