Føroyskur fótbóltur á stórskíggja!
Besta deildin hjá monnum í føroyskum fótbólti er nú skotin í gongd, og vit í Føroyahúsinum eru sjálvandi klár! Vit fara at vísa nakrar dystir á stórskíggja hetta kappingarárið, og vit byrja longu nú sunnudagin 16. mars kl. 16:00
Tá tekur B36 ímóti KÍ í Gundadali, B36 sum tapti fyrsta dystin við Løkin ímóti NSÍ, meðan KÍ vann sær 3 stig í Klaksvík!
Tiltakið er ókeypis og cafein er opin har møguleiki verður at keypa kaffi, te, køku osv.
So tak tínar vinir undir armin og kom til fótbólt í Føroyahúsinum sunnudagin. Dyrnar lata upp kl 15:30
Vit síggjast
