Føstulávintshald við tunnusláttri verður sunnudagin, 2. mars kl. 15:00. Ein tunna er til børnini í skúlaaldri og ein til tey smærru børnini
Øll eru so hjartaliga vælkomin og tiltakið er ókeypis.
Kaffistovan verður opin, og sjálvandi selja vit føstulávintsbollar o.a.
Eftirsum børnini fáa ein posa við onkrum góðum í, heita vit á tykkum at tekna børnini til tunnuslátturin.
Send eitt teldubræv: info@fohus.dk – og sig okkum, hvussu mong børn luttaka
Vit gleða okkum at síggja tykkum og tykkara til ein hugnaligan seinnapart
