Vit gleða okkum almikið at bjóða vælkomin til seinasta 60+ tiltak í Føroyahúsinum fyri summarfrítíðina.
Mikudagin 21. mai, kl. 13:00 verður borðreitt verður við einum góðum bita og hugnaligari samveru.
Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki
Kostnaður kr. 70,-
Goldið verður við korti ella MobilePay tá tit koma innar.
Tekning: info@fohus.dk ella send eini smsboð á: 31174868 í seinasta lagi 20. mai.
