25. apríl: Fyrilestur við Katrinu í Geil

Ivast tú í kropskapinum? Hvørjar litir tær klæðir? Hví tær dámar okkurt toy betri enn annað? 

Her er fyrilesturin, har vit seta hol á prátið um kropp, klæðir og móta, so tú fær valt tað góða til tín. 

Tú fær innlit í kropskap, akslaskap, persónligar litir og nær svart er gott til tín. Eisini fær tú miðjuna betri upp á pláss, hilling á heitar og kaldar litir og hvørjir fyrimunir eru við at hava stutt ella long bein. Umframt mangt, mangt annað gott. 

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin at finna góð klæðir til tín. Klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi. 

Tak pappír, blýant og mátiband við, so tú fær sum mest burturúr. 

Fyrilestrahaldari: 

Katrina í Geil er designari frá Designskolen Kolding og hevur master í Design frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn við atliti til klæðir og at klæða seg. Hon hevur kanna samanhangin millum menniskja, kropp og klæðir seinastu 12 árini, arbeitt sum persónligur stílistur í 16 ár, havt stílistútbúgving fleiri ferðir og gjørt make-over í Kvinnu í 10 ár.

Atgongumerki á 175kr fæst til keyps á atgongumerki.fo.