26. apríl: Tvørabáturin páskafrokost

Tvørabáturin skipar fyri páskafrokosti leygardagin 26. apríl, kl. 18:00

Vit endurtaka rimmarballið frá 30. novembur í fjør. Borðreitt verður við leskiligari heimagjørdari buffét við føroyskum viðskera; m.ø. skerpikjøti, rullupylsu, skinsakjøti, røstum kjøti og mongum øðrum.

Góður felagssangur og tónleikur og kanska okkurt festligt innslag eisini.
Kostnaður einans kr. 295,- Og fyri limir kr. 250,- Við í prísinum er ein durðasnapsur ella ein øl/vatn.

Vinaliga flyt upphæddina á mobilepay 77087 og skriva tekstin 26. apríl+navn. Seinasta freist at tekna seg er 16. apríl. (Send gjarna víðari til fólk sum ikki eru á listanum).

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eitt stak hugnaligt kvøld.

Heilsan Tvørabáturin