26. mars: 60+

Vit gleða okkum almikið at bjóða vælkomin til enn eitt 60+ tiltak í Føroyahúsinum.
Mikudagin 26. mars, kl. 13:00 verður borðreitt við einum góðum bita og hugnaligari samveru.

Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki ❤

Kostnaður kr. 70,-

Goldið verður við korti ella MobilePay, tá tit koma innar.

Tekning: info@fohus.dk ella send eini smsboð á +45 31174868 í seinasta lagi 25. mars.