26. oktobur: Pubbkviss

Leygarkvøldið 26.10.24 kl. 20.00 verður vælumtókta pubbkvissin aftur í Føroyahúsinum

Hesa ferð er tað Jóhann Jensen, ið stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og avbjóðandi spurningunum, ið bjóða tíni vitan innan politikk, ítrótt, tónleik, mentan v.m. av.

Fittastu starvsfólkini í heiminum reka barrina, ið, sum altíð, bjóðar eitt lítið, men gott og kalt úrval av føroya frægastu drekkivørum.
ØLL eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt at tekna seg.

Aftaná kvissina spælir vælumtókti og festligi bólkurin VELOUR 

Dyrnar lata upp kl. 19.00.

Vit gleða okkum at síggja teg og tíni 

pubbkviss