Frælsisfylkingin skipar fyri áhugaverdum tiltaki í Føroyahúsinum hóskvøldið 27.02.25 kl. 19:00
Kom í Føroyahúsið 27. februar, til eitt kunningaríkt framløgukvøld um støðuna í Sýria.
Frælsisfylking Anarkistanna bjóðar øllum áhugaðum, føroyingum og øðrum til eitt kunningarríkt kvøld.
Á skrá er ein røð av framløgum um støðuna í Sýria við stríðnum fyri
fólkaræðisligum sjálvstýri í Norður- og Eystursýria í miðdeplinum.
8. desembur 2024, kom tað 53 ára langa stýrið hjá Al-Assad familjuni at
enda, tá sýriskir andstøðubólkar hertóku tann sýriska høvðstaðin
Damaskus.
Síðan 2012 hevur Sýria liðið undan einum blóðugum borgarakríggi, sum
brast á eftur at stjórnin slóð hart niður á mótmælisfólk, sum kravdu
fólkaræðisligar broytingar, borgarlig rættindi og ein enda á korruptiónini í landinum.
Nú eru 12 ár umliðin, og Bashar al-Assad er flýddur úr landinum og ein fyribilsstjórn, stýrd av fyrrverandi
Al-Kaida kríggjarum, er sett á stovn í hansara stað, og hevur gjørt greitt
at einki nýðval verður innan fyri tey næstu 4 árini.
Hvussu er so nú við ynskinum um fólkaræðið í Sýria? Hvussu sær framtíðin hjá
kvinnu- og minnilutarættindum út? Og eru har aðrar røddir at finna í landinum?
